skemman.net © 2008 • skemman(a)skemman.net • Familjan Sandoy 

Anja Sandoy

 Í Nesi 16

FO-210 Sandur

Tlf. +298 230401

• Brandur »

• Várdis »

• Pauli »

• Pál »

 

Anja Sandoy

Hetta er so bóndakonan. Eg eiti Anja og eri fødd 25/03-72. Eg eri fødd og uppvaksin í Vági, har eg fyrst gekk 10 ár í barnaskúlanum, ½ ár á málháskúla í Danmørk og seinni 2 ár á Suðuroyar HF-skeiði. Foreldur míni eru úr Vági: Selma og Páll Sandá. Eg eigi 4 systkin: Majken, Eileen, Bárður og Sonni. Eg eri miðlingurin.

Eg havi arbeitt ymiskt í Vági. T.d. var eg sølufólk á Shell og á einum bakaríið – eftir skúlatíð. Eisini havi eg eitt skifti arbeitt á Polarfrost. Eftir lokið HF-prógv royndi eg mangt og hvat: eg var barnagenta í London í nakrar mánaðir og í 1993 fluttu eg og Brandur, sum eg møtti ímeðan eg gekk á HF, niður til Keypmannahavnar í lestrarørindum. Men tað var bara í stutta tíð, at vit búleikaðust har, tí hvørki av okkum treivst, so vit fluttu heim aftur til Føoyar og búsettust á Sandi. Her hava vit trivist gott saman við børnum okkara, sum eru 3 í tali.

Her á Sandi havi eg  roynt ymiskt: eg havi lisið á Fróðskaparsetrinum, arbeitt í handli, verið dagrøktarmamma, arbeitt sum hjálparfólk í barnagarði, og arbeitt sum stuðul. Afturat øllum hesum eri eg jú eisini bóndakona og mamma, sum jú eisini inniber eitt sindur av arbeiði.  

Í 2007 varð eg liðug at lesa til námsfrøðing. Eg las á alnótini. Havi starvast eina tíð sum námsfrøðingur í Barnagarðinum í Gerðinum í Skopun og í Barngarðinum á Sandi, men í løtuni arbeiði í Sands skúla sum stuðul.